Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Misskiljing í samband við ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum

Løgreglan ynskir at hoyra frá ungum bilførara, eftir at ein misskiljing hendi eftir eitt lítið ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum í gjár

Um 15-tíðina hendi eitt lítið ferðsluóhapp í Norðoyartunlinum. Eitt lastbilur, sum hevði fulla last koyrdi við niðursettari ferð, har ein long røð av bilum hópaði seg upp aftanfyri hendan lastbilin so við og við.

Bilførarin í lastbilinum helt, at tað nokk var skilabest at koyra inn í eitt víkipláss, so ferðslan kundi glíða betur.

Viðkomandi, ið koyrdi lastbilin, hevur greitt fyri løgregluni, at tá hann koyrdi inn í eitt víkipláss, so sær hann, at bilurin beint aftanfyri tekur ferðina av bilinum, men bilurin aftanfyri fær ikki steðga í góðari tíð, og kemur tíverri at koyra í reyvina á fyrra bilinum.

Tað er kanska her, at ein misskiljing kemur í støðuna.

Bilførarin, ið er árendur heldur, at bilførarin, sum hevur rent á hann, er rýmdur av staðnum, so hann koyrir avstað at leita eftir bilinum, men tá hann ikki sær bilin aftur, vendir hesin árendi bilurin aftur inn í tunnilin, men nú var tann, ið hevði rent á, farin avstað frá staðnum.

Førarin á lastbilinum hevur greitt fyri løgregluni, at ein ungur bilførari var komin at tosa við seg um hendingina, tí hann hevði rent á bilin, sum koyrdi beint aftanfyri lastbilin. Men eftir at hava koyrt trygt inn til eitt víkipláss legði hann til merkis, at hann sá ikki árenda bilin aftur, so hann helt kanska, at tað ikki stóð so illa til, tá nú árendi bilurin var koyrdur av staðnum.

Hóast talan er um lítlan skaða á bilarnar, so vil løgreglan gjarna hoyra frá hesum unga bilførara, ið rendi á bilin frammanfyri, so at misskiljingin og fløkjan kann avgreiðast.

Les eisini...  Betur skil á við skúlarnar

– Hetta snýr seg bara um misskiljingina, og ikki tað, at nakar rýmdi av staðnum, tí talan í hesum førinum er bert at fáa greiðu á misskiljingini, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.