Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Spæla móti Montenegro í dag

Í dag skal kvinnulandsliðið aftur í eldin í UEFA Nations League, hesa ferð á útivølli móti Montenegro. Tá liðini hittust í september, vann Montenegro ein tepran 1-0 sigur á Tórsvølli

A-landsliðið við kvinnum hevur tveir dystir eftir at spæla í UEFA Nations League, áðrenn punktum kann setast á eitt langt og drúgt kappingarár.

Í dag verður spælt ímóti Montenegro, og síðan gongur leiðin til Aserbadjan, har seinni dysturin verður spældur týsdagin 5. desember.

Hóast eina langa ferð, og avbjóðingum við váta undirlagnum – tað hevur regnað illa í Montenegro seinastu dagarnar – so letur landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen, væl at fyrireikingunum til dystin.

– Vit eru komin langt út á árið, og fyri fleiri av okkara spælarum er kappingarárið endað. Men hóast lítla og onga dystarvenjing seinastu vikurnar, so hava vit havt møguleikan at vant saman sum hópur, og tað síggi eg sum ein fyrimun. Pílurin hevur bert peikað uppeftir síðani eg byrjaði í vár, og eg eri errin av at síggja, at spælararnir blíva við at byggja uppá, sigur landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF.

– Vit trúgva uppá, at harða arbeiða fer at geva úrslit, og vit fara altíð á vøllin fyri at vinna. Í morgin (blaðf. fríggjadagin) er einki undantak. Vit hava havt møguleikarnar til stig í undanfarnu dystunum, so nú vóna vit at tað fer at koppa okkara veg.

UEFA Nations League dysturin hjá kvinnum millum Montenegro og Føroyar á Gradski Stadion í Podgorica byrjar klokkan 12, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo