Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fremmandur maður í húsinum

Óboðin gestur var komin á gátt í húsum í Haldórsvík. Her eru nøkur brot úr løgreglufrágreiðingini fyri seinasta døgnið

Um middagsleitið í gjár varð ringt til løgregluna úr Haldórsvík, tí ein fremmandur maður var komin á gátt í einum húsi, har hann ikki var heimahoyrandi.

Eigarin av húsinum var júst komin heim til húsa, tá hann leggur til merkis, at ein fremmandur maður er inni í húsinum hjá sær.

Fremmandi maður slapp sær til rýmingar, so skjótt sum eigarin kom inn.

Tá løgreglan kom á staðið við hundapatruljuni, fann hundurin slóðina eftir fremmanda manninum, men misti slóðina við eina á í bygdini.

Vaktleiðarin visti ikki í morgun at siga, um nakað er stolið inni í húsinum í Haldórsvík, men ynskir at heita á fólk um at seta seg í samband við løgregluna (telefon 114), um onkur hevur sæð nakað illgrunasamt í bygdini um middagsleitið í gjár.

Innara farbreyt á hesum vegastrekkinum á Gerðagøtu í Klaksvík er bert til bussar

Av øðrum tingum úr løgreglufrágreiðingini fyri seinasta døgnið kann nevnast, at løgreglan gjørdi eitt málrættað ferðsluátak við ljóskurvuna í Gerðagøtu í Klaksvík, og har vórðu tvær bøtur skrivaðar, tí bilførararnir brúktu innaru koyribreyt á staðnum, har bert er loyvt hjá bussum at koyra.

Í samband við ferðsluóhappið, ið hendi í gjár fyrrapartin, tá ein bilur koyrdi út á høvuðsvegin nærhendis brúnna um Streymin, har hann koyrdi út fyri ein annan bil, ið kom koyrandi eftir høvuðsvegnum, so kann løgreglan nú staðfesta, at talan var um víkiskyldu, sum ikki var hildin.

Trý fólk vóru í bilunum báðum, og tey vóru øll flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, harav tvey teirra vóru til observatión náttina yvir, men í morgun visti vaktleiðarin ikki at siga, hvussu støðan er hjá teimum báðum fólkunum.

Les eisini...  Jenis av Rana átalar nýtslu av tyssibumbum í Ukraina

So var, sum kunnugt, eisini fótbóltsdystur í gjárkvøldið á Tórsvølli, har 35 Slovan-viðhaldsfólk vóru komin til landið at fylgja sínum liðið, Slovan Bratislava, ið vann dystin 2-1. Vaktleiðarin sigur, at tey skikkaðu sær øll væl, so har var einki at skriva heim um.