Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

VÍF kann spæla seg víðari í European Cup

Vestmenningar síggja fram til enn eina evropeiska uppgerð. Eftir tepurt tap í gjár (37-35), hittast liðini aftur í dag

Í dag kann VÍF spæla seg víðari í European Cup

VÍF stendur framvegis við einum góðum møguleika, at vinna seg víðari til fjórða umfarið í European Cup.

Fyrri dysturin móti italska liðnum, SSV Brixen, í gjár, endaði við teprum 37-35 sigri til italska liðið, eftir at VÍF hevði verið á odda meginpartin av dystinum.

Í dag klokkan 17 møtast liðini aftur í høllini í Vestmanna.

Um VÍF vinnur viđ tveimum málum, fara liđini beint til brotskastskapping. Um VÍF vinnur viđ trimum ella fleiri eru teir víđari til fjórða umfariđ. Altjóða veddingarfyritøkurnar tykjast tó at hella til ein sigur til italska liðið.

Tað verður heilsað úr Vestmanna, at atgongumerkiđ kunnu keypast viđ dyrnar. Øll bygdin vónar at síggja eina fullsetta høll.