Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stak friðarlig nátt hjá løgregluni

Tað er høgtíð og tað er nú, at fleirfaldir jólafrokostar verða hildnir um vikuskiftini. Løgreglan hevði eina heldur friðarliga nátt

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at sum heilt hevur verið friðarligt hjá teimum. Tað er nú ikki ofta, at tað yvirhøvur ikki er nakað hjá løgreglumonnum og -kvinnum at gera. Soleiðis var eisini í nátt.

Nakrar ferðir hevur tørvur verið á løgregluni. At fáa fólk at sissa seg, at skilja bardagar sundur og annars at halda frið og skil.

Tað verður sagt at løgreglustøðini, at teir vórðu boðsendir til eini hús í Havn, har ófriður var komin á húsfólki. Her spurdist ikki meir enn ein vitjan burturúr, tí tað bleiv ikki til niðurskrivað mál.

Eittans harðskapsmál var. Av tí at kanningararbeiðið er í gongd og at maðurin, ið er settur í samband við málið, liggur á støðini, kunnu teir ikki viðmerkja ov nógv. – Tað sum vit kunnu siga, er, at vit hava ein mann liggjandi hjá okkum. Hetta er í samband við eitt harðskapsmál, sum er farið fram á einum bústaði í Eysturoynni, sigur vakthavandi.