Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Trent Alexander-Arnold tryggjaði Liverpool trý stig

Aftur í dag megnaði Liverpool at venda úrslitinum til sín fyrimun. Talan var um sera undirhaldandi dyst á Anfield í dag

Sjey mál í dagsins dysti millum Liverpool og Fulham, á Anfield. Tað skuldi vísa seg at gerast eitt satt comeback hjá heimaliðnum.

Tað gingu tjúgu minuttir áðrenn fyrsta málið kom. Fyrstu tjúgu minuttirnar átti heimaliðið størsta partin av spælinum, men málmøguleikarnir vóru ikki nógvir. Tað var við beinleiðis frísparki, at Trent Alexander-Arnold legði Liverpool á odda. Tá avtornaði, bleiv málið skrásett sum sjálvmál, tí bólturin rakti mótleikaran Leno, í høvdið.

Bert fimm minuttir aftaná skoraði Harry Wilson úti av ongum. Ein verjufeilur gjørdi, at hann ótarnaður trillaði bóltin millum beinini á Kelleher í Liverpool málinum, og í netið.

Eitt knapt korter seinni skoraði argentinski Alexis Mac Allister fyri heimaliðið. Eitt perluskot úr 30 metrum í handara horn.

Tað skuldi ganga so at siga líka nógv millum aftursvarini hjá Fulham. Tí lítla løtu seinni, í tíðini, ið dómarin hevði lagt afturat fyrstu 45 minuttunum, setti Kenny Tete bóltin í netið til 2-2.

Komin inn í seinna hálvleik, var fótbólturin nakað ópoleraður. Málmøguleikarnir gingu at kalla báðar vegir, hóast Liverpool átti meir av spælinum. Tá tíggju minuttir restaðu í, skorar nýinnskifti Bobby De Cordova-Reid til 3-2 til Fulham, eftir vakurt samanspæl.

Við uppleggi frá Mohamed Salah, skoraði japanski Liverpool leikarin, Wataru Endo, útjavnandi málið til 3-3. Eisini hansara mál skuldi ovast upp í handara horn. Úr umleið átjan metrum setti hann bóltin hegnisliga í netið.

Longu ein minutt seinni, fer Anfield upp at kóka. Trent Alexander-Arnold, ið er ektaður scousari, føddur í Liverpool, smekkar returbóltin í høgra hornið frá Fulham málmanninum. Enn eitt perlumál, ið endaði við at staðfesta Liverpool sigurin.

Les eisini...  Spenningur í botninum av Premier League

Eftir dagsins dyst liggur Liverpool nummar tvey í ensku Premier League deildini. Er støðan millum Manchester City og Tottenham tann sama, sum í skrivandi stund (2-2), tá dysturin er liðugur, er eitt stig og eitt mál, millum Liverpool og Manchester City.