Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsroyndirnar verða ikki broyttar í hesum skúlaárinum

- Ætlanin er at hava aðalorðaskifti um fólkaskúlan í Løgtinginum beint eftir ársskiftið, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður

– Arbeiðið við at endurskoða skipanina við royndum og landsroyndum er ikki komið so langt enn, men verður framvegis fyrireikað í fyrisitingini.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálaráðið, sigur við Skúlablaðið, nú tað verður framvegis arbeitt við hesum. Eisini er greitt, at skipanin við landsroyndum verður ikki broytt í hesum skúlaárinum.

Landsstýrismaðurin veit ikki enn at siga, nær vit kunnu vænta okkum eitt úrslit og ein avgerð í hesum málinum.

– Ætlanin er at hava aðalorðaskifti um fólkaskúlan í Løgtinginum beint eftir ársskiftið. Tað er við støði í áliti, sum er skrivað um møguligar broytingar í fólkaskúlalógini, sum var handað í mai í ár. Við grundarlagi í hesum verða ætlandi fleiri broytingar gjørdar í fólkaskúlalógini. Tað er møguligt, at endurskoðanin av royndum verður ein partur av hesum, men tað er ikki vist. Ætlanin er, at broytingar og tillagingar í fólkaskúlalógini fara at verða gjørdar í fleiri stigum, sigur hann.

Landsroyndirnar í 4. og 6. flokki skulu vera um góðar tríggjar mánaðir, men Djóni Nolsøe Joensen sigur, at landsroyndirnar verða ikki broyttar í hesum skúlaárinum.

– Tað verða ikki gjørdar broytingar við skipanini av landsroyndum í 4. og 6. flokki í hesum skúlaárinum. Fyri at broyta landsroyndirnar krevst ein lógarbroyting. Skúlarnir skulu eisini kenna broytingarnar í góðari tíð, áðrenn tær verða broyttar. Tað er ásett í fólkaskúlalógini § 14, stk. 5, at landsstýrismaðurin skal skipa fyri landsroynd í føroyskum, støddfrøði og náttúrulærugreinunum á 4. og 6. floks stigi. Landsroyndirnar skulu saman við støðuroyndum vera ein liður í arbeiði skúlans at eftirmeta undirvísingina. Í lógini er eisini ásett, at foreldrini skulu verða kunnað um úrslitini av lands- og støðuroyndum. Á heimasíðuni hjá Nám undir Próvstovuni ber til at síggja frágreiðingarnar, sum eru skrivaðar frá landsroyndunum frá 2008 til 2023, sigur landsstýrismaðurin.

Les eisini...  Stjórnin - politikkur á skák

 Kelda: Dagfinn Olsen/Skúlablaðið