Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Berin fekk stuðulin frá tiltakinum “Børn hjálpa børnum”

Næmingar, lærarar og foreldur í Skúlanum við Løgmannabreyt megnaðu at savna ikki minni enn 30.238 krónur saman

Næmingar, lærarar og foreldur hjá børnum, ið ganga í Skúlanum við Løgmannabreyt hava latið Beranum eina peningagávu í samband við árliga tiltakið tiltakið “Børn hjálpa børnum”, sum var fríggjadagin 17. november.

Ikki minni enn 30.238 krónur vórðu savnaðar inn til tiltakið, har peningurin fer óskerdur til Beran.

Til morgunsangin 1. desember vóru umboð fyri Beranum til staðar í skúlanum, ið tóku ímóti peningagávuni.

Tá ið peningurin varð latin søgdu umboðini fyri Beran, Høgni Joensen, skúlastjóri, og Louisa Johnsdóttir, fyriskipari av “Børn hjálpa børnum” nøkur orð um, hvussu týdningarmikið tað er at taka hond um sorgina, tá ið onkur av teimum nærmastu verður tikin frá.

Berin er felag, sum virkar fyri, at “børn og foreldur í sorg, sum frá líður, gerast betur før fyri at handfara sorgina og á tann hátt hava størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini.

Kelda: Skúlin við Løgmannabreyt