Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Færri umsóknir til sjúkrarøktarfrøði

Talið á umsóknum til lestrarpláss á sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum er í vetur fallið samanborið við seinasta vetur

Tá umsóknarfreistin 1. desember var av, vóru 32 umsóknir komnar inn til sjúkrarøktarfrøði, samanborið við 55 umsóknir somu tíð í fjør.

25 lestrarpláss eru tøk hesa lestrarhálvuna á sjúkrarøktarfrøði, har lestrarbyrjan er 29. januar.

Fróðskaparsetrið tekur lesandi upp til lestur í sjúkrarøktarfrøði tvær ferðir um árið – á sumri og vetri.

Hetta er triðju ferð, at vetrarupptøka er.

Lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetrinum viðger nú, hvussu mangar av teimum innkomnu 32 umsóknunum eru skikkaðar, og tey fáa so tilboð um lestrarpláss.

Í fyrru helvt av januar verður greitt, hvussu mong taka av lestrarplássi, og eru tøk pláss tá av teimum 25, sum eru, verða tey lestrarplássini lýst leys at søkja.

Umsóknarumfarið hesa ferð hevur verið órógvað av verkfallinum, sum var á fakøkinum, beint sum Fróðskaparsetrið skuldi lýsa við vetrarupptøkuni, men um og hvussu nógv tað hevur ávirkað umsøkjaratalið, er ilt at meta um.