Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú fellir stuðulin burtur

Stuðulin til burturbeining av oljufýringum heldur uppat frá 1. januar 2024

Tann 1. juli í ár almannakunngjørdi Umhvørvismálaráðið, at 1,5 millión krónur í 2023 vórðu settar av til at veita stuðul til at burturbeina oljufýringar.

Umhvørvisstovan sigur, at skipanin hevur riggað væl, og nógvar umsóknir eru komnar til Umhvørvisstovuna, at fáa stuðul til at burturbeina oljufýringar.

– Hesar verða viðgjørdar og avgreiddar leypandi, skrivar heimasíðan hjá Umhvørvisstovuni.

Í samband við, at lógarbroyting verður løgd fyri Løgtingið um at leingja tíðarskeiðið við mvg-afturbering fyri hitapumpur og jarðhita, verður sett sum treyt fyri at fáa mvg-afturbering, at oljufýringin er lógliga burturbeind.

Hetta merkir, at skipanin við stuðli til at burturbeina oljufýringar heldur uppat frá 1. januar 2024 at rokna.