Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Varðhaldsfongslingin longd við fýra vikum

Ein maður og ein kvinna eru skuldsett fyri harðskap móti einum tríggjar mánaðar gomlum barni

Føroya rættur hevur í dag givið ákæruvaldinum viðhald í at varðhaldsfongsla ein mann og eina kvinnu í fýra vikur afturat.

Tað veit Kringvarpið at siga í dag, nú málið skuldi vera fyri í Føroya rætti.

Fólkini eru skuldsett fyri harðskap móti einum tríggjar mánaða gomlum barni, og eru tey skuldsett eftir grein 246 í revsilógini, ið er um grovan harðskap, og kann, er talan um serliga skerpandi umstøður, revsingin tá vera fongsul upp í tíggju ár.

Tað var síðst í oktober mánað, at maðurin og kvinnan vórðu handtikin, og síðan tá hava tey sitið varðhaldsfongslaði fyri tilburðin. Tað er navnaforboð lýst í hesum málinum.