Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsgalla 2023 verður hóskvøldið

Hóskvøldið 7. desember verður Fótbóltsgalla 2023, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssambandi Føroya, har tey bestu í farna kappingarári verða heiðrað fyri síni avrik. Tiltakið verður á Hotel Brandan og byrjar klokkan 20

Fótbóltsgalla 2023 verður hóskvøldið.

Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. Talan verður um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar.

Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini setast.

Í ár skal eisini veljast árins landsliðsspælari hjá kvinnum og monnum. Tað verður valt til hvørja kapping. Í ár hevur manslandsliðið spælt EM-undankapping, meðan kvinnurnar hava á fyrsta sinni spælt í Nations League.

Í bólkinum ársins ungi spælari, so stendur ein broyting við. Hjá kvinnunum er aldursmarkið fyri at kunna verða ársins ungi spælari, at spælari kann spæla við U19, meðan tað hjá monnunum er U21-aldur.

Ársins lið hjá monnum verður við einari 4-4-2 uppstilling
Tað er mangan torført at greiða allar fløkjurnar í samband við ársins lið. Atkvøðurnar, sum verða lætnar til ársins spælarar, eru eisini við til at mynda ársins lið. Hetta verður gjørt við stórum atliti til, hvussu atkvøtt hevur verið um ársins spælarar.

Í 2013 varð liðið stillað upp í 4­3­3 uppstilling. Her vístu fleiri fótbóltsáhugað á, at rættari og lættari hevði verið at sett liðið upp í 4­4­2. Hetta gevur millum annað greiðan skilna millum miðvallarar, vengir og áleyparar. Hesum leistinum verður hildið fram við eins og tað hevur seinnu árini.

Hjá kvinnunum hevur verið gjørt vart við, at flestu liðini spæla við eini spælskipan, sum hóskar seg best til eina 4-3-3. Hetta var roynt í fjør og tað gekk góða móttøku. Tí verður ársins lið hjá kvinnunum í eini 4-3-3 uppstilling.

Les eisini...  Kristoffer Kvistgaard ársins venjari      

Áleypari ella miðvallari?
Ein avbjóðing er at skilja millum hvør er miðvallari og hvør er áleypari. Hetta gjørdi seg millum annað galdandi fyri Lukasz Cieslewicz í 2014. Tá spurdu vit táverandi venjaran hjá honum, fyri at fáa greiðu á tí. Kemur hetta fyri tá atkvøtt verður, verður tað loyst so hvørt ein spælari fær atkvøður í tveimum bólkum.

Hjá monnunum telja vengir sum miðvallarar. Tað vil siga, at spælarar sum Adrian Justinussen, Sølvi Vatnhamar og Árni Frederiksberg verða bólkaðir sum miðvallarar. Eftir fyrispurningar frá 2021 er tað broytt hjá kvinnunum, so vengur og framrættaðir miðvallarar verða taldir sum áleyparar.

Kunngerða atkvøðurnar
Fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni, so tók Miðlahúsið stig til, at allar atkvøðurnar blivu almannakunngjørdar eftir tiltakið. Hetta bleiv gjørt fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni. Hetta er púra vanligt, tá FIFA Best Player og Ballon d’Or verður handað til besta spælara í heiminum.

Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunngjørdar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir kann blíva býttisligt og primitivt. Atkvøðurnar verða kunngjørdar í Sosialinum..

Velja 1, 2 og 3
Eins og í fjør, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðan verða stigini tald saman. Venjarar og spælarar kunnu ikki at­ kvøða fyri teirra egna liði.

Tiltakið verður á Hotel Brandan og byrjar klokkan 20. FM1 sendir frá tiltakinum.