Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eydna og Ari eru ársins ungu spælarar

Málverjin hjá 07 Vestur og ungi miðvallarin hjá Víkingi eru bestu ungu spælararnir

Tann 1. desember fylti Eydna Dalheim 16 ár, og í kvøld hevur hon vunnið heiðurin sum ársins ungi spælari.

Hóast unga aldurin, so hevur hon verið sera eyðsýnd á liðnum hjá Víkingi, har hon skoraði 12 av teimum 41 málunum, sum Víkingur skoraði. Hetta hevur havt við sær, at hon í kvøld varð kunngjørd sum ársins ungi spælari í Betri Deildini hjá kvinnum.

Hjá monnunum er tað U21-landsliðsmálverjin, Ari í Haraldstovu Petersen, ið gjørdist ársins ungi spælari. Hann umboðaði í ár 07 Vestur, men hevur nú skrivað undir sáttmála við KÍ.

– Hetta verður ein stór avbjóðing, sum eg síggi fram til. Eg vóni eisini, at tað verður møguligt at spæla úti í Evropa komandi kappingarár, eftir at KÍ hevur gjørt tað so gott í ár, men tað er kapping um plássini, so tað ræður um at venja nógv og vera klárur, tá møguleikin vónandi fer at bjóða seg, sigur Ari í Haraldstovu Petersen.