Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Elias Ellefsen á Skipagøtu er kosin heimsins besti ungi spælari í 2023

Tað kunngerð heimasíðan hjá altjóða Hondbóltssambandinum, IHF

Føroyar eiga besta unga hondbóltsspælara í heiminum.

Tað hevur Altjóða Hondbóltssambandi (IHF) júst kunngjørt.

Tað eru fjepparar, venjararnir frá luttakandi londunum í HM og IHF Commission of Coaching and Methods, sum saman hava kosið vinnaran.

Tað eru serliga avrikini á ungdómlandsliðnum í fjør, og serliga EM-endaspælið í Týsklandi í januar í ár, ið er orsøkin til, at Elias hevur vunnið heiðurin. Eisini skrivar heimasíðan hjá IHF, at ungi hoyvíkingurin flutti til týska stórfelagið THW Kiel seinasta summar, har hann hevur vunnið pláss á liðnum, har hann bæði hevur spælt dystir í týsku Bundesliga´ini og í Champions League.

Elias Ellefsen á Skipagøtu vann heiðurin frammanfyri týsku Juri Knorr og Nils Lichtlein.