Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heidi og Páll bestu áleyparar

Einmansherurin hjá NSÍ, Heidi Sevdal, og spælarin, sum landsliðsvenjarin oftast hevur sáldað frá, Páll A. Klettskarð vórðu vald at vera bestu áleyparar í kappingini í ár

Hon hevur mangan verið ein einmansherur (einkvinnuherur) fyri NSÍ, Heidi Sevdal, og í ár var einki undantak. Við ikki færri enn 33 málum í landskappingini, gjørdist hon suverenur toppskorari í Betri Deildini hjá kvinnum. Tí kom tað ikki sum eitt yvirraskilsi, at hon er vald at vera ársins áleypari í ár.

Nummar tvey á listanum gjørdist Rebekka Fjallsá Benbakoura úr KÍ, meðan Margit Magnusdóttir úr 07 Vestur, ið júst hevur skrivað undir við NSÍ, gjørdist nummar trý.

Hóast hann var skaddur í nakrar mánaðir, so megnaði KÍ-málrevurin, ið mong hava eftirlýst á landsliðnum, Páll A. Klettskarð, at skjóta 17 mál í landskappingini í ár. Hann fekk í kvøld heiðurin sum besti áleyparin í Betri Deildini hjá monnum.

Nummar tvey á listanum var Martin Klein Joensen úr Víkingur, men sum komandi kappingarár fer at spæla í næstbestu deildini í Íslandi, og nummar trý gjørdist Brian Jakobsen, ið flutti niður við AB, men sum tað ljóðar, so hevur hann nøkur tilboð at tyggja upp á frá liðum í Betri Deildini til komandi ár.