Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jólaskipið kemur á Vágsbotn leygardagin

Umborð á jólaskipinum eru fleiri jólamenn, ið gleða seg at heilsa upp á øll børnini

Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá at skipið kemur inn á Vágsbotn leygardagin 9. desember klokkan 15. Umborð á jólaskipinum eru fleiri jólamenn, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini.

GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamennirnir bjóða karamellur. Síðani leggja jólamennirnir leiðina niðan í vakurt prýdda Amtmansgarðin, har Ríkisumboðið bjóðar holukøkur og kakao.

Forvitnisligi jólamarknaðurin á Vaglinum og í Betri garðinum hevur opið frá kl. 12 til 18.

Handlar í Miðbýnum hava opið til kl. 18 og í SMS hava handlarnir opið til klokkan 20.