Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgtingið samtykt at dagføra verandi vardar bústaðir

Løgtingið hevur í dag samtykt broytingaruppskotið um at leingja og hækka játtanina til at dagføra verandi vardar bústaðir

Lógin varð upprunaliga samtykt í 2020, og er endamálið, enn sum áður, at bøta um umstøðurnar á verandi bústovnum.

Síðan lógin varð samtykt er væl fingið burtur úr, serliga havandi í huga, at prísirnir eru munandi hækkaðir, eftir at lógin varð samtykt. Til samans eru níggju nýggj búpláss útvegað, samstundis sum fleiri av verandi bústovnum eru dagførdir í mun til brunakrøv, atkomu, ljóð, ljós, ventilatión og annað.

– Tað er framhaldandi tørvur á at dagføra nakrar av verandi bústovnum. Tað snýr seg serliga um at betra um brunatrygdina, atkomuviðurskiftini, trygd, orku, inniklima o.a. Harumframt er ætlanin at brúka játtanina til aðrar fyriskipanir heimilaðar í lógini um almannatrygd og tænastur, eitt nú til hjálp í sambandi við harðskap, skrivar almannaráðið á heimasíðu sínari.

Í dag hevur Løgtingið einmælt samtykt broytingaruppskotið um at leingja og hækka játtanina til at dagføra verandi vardar bústaðir.

Løgtingslógin er nú longd fram til 31. desember 2027 og fíggjarkarmurin hækkaður við 8,5 milliónir krónur til tess at halda fram við at dagføra verandi bústovnar.

Kelda: Almanna- og mentamálaráðið