Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Matthias Lamhauge hevur skrivað undir sáttmála við Fredericia

Tað kunngjørdi abbin hjá Matthiasi, Eyðfinn Lamhauge í kvøld til Fótbóltsgalla 2023

– Matthias Lamhauge hevur í dag skrivað undir sáttmála við FC Fredericia.

Tað kunngjørdi abbin hjá Matthiasi, Eyðfinn Lamhauge, til Fótbóltsgalla 2023, nú Matthias gjørdist ársins málverji í Betri Deildini hjá monnum.

Eyðfinn Lamhauge er sjálvur skrásettur fyri at hava spælt ein óalmenna landsdyst fyri Føroya. Tað var í 1969.

Matthias Lamhauge er skrásettur fyri átta landsdystir fyri Føroyar.

Eyðfinn Lamhauge tók ímóti steypinum fyri abbasonin

Ársins málverji í Betri Deildini hjá kvinnum gjørdist KÍ-málverjin, Óluva A. Joensen.