Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kári J. á Høvdanum ársins dómari

Hóast hann er givin at dóma á altjóða støði, so heldur hann fram at døma í Betri Deildini

Kári á Høvdanum er ikki longur altjóða dómari, og er ei heldur dómaramennari hjá FSF, men hann er dómari í Betri Deildini hjá monnum.

Vegna sítt vaksandi virksemi í sínari egnu fyritøku, boðaði hann herfyri FSF frá, at hann er givin sum altjóða dómari og dómaramennari. Hann sigur, at eingin dramatikkur liggur aftanfyri avgerðini, og at hann framhaldandi kemur at døma í bestu deildini.

Men hann hevur verið støðugur sum dómari í Betri Deildini hjá monnum, og fyri tað hevur hann í kvøld fingið heiðurin sum ársins dómari.

Ársins dómari í Betri Deildini hjá kvinnum gjørdist Høgni Madsen, sum í kvøld hevur vunnið heiðurin triðja árið á rað.