Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pauli Poulsen besti venjari í 1. deild

Skála vann 1. deild við 13 stigum, og eigur í ár ársins venjara í næstbestu deildini

Við 70 stigum, og 13 stig frammanfyri NSÍ, sum endaði nummar tvey í 1. deild, so vann Skála Ítróttarfelag seg upp aftur í bestu deildina við stórum stíli.

Fyri hetta vann Pauli Poulsen, venjari hjá Skála, heiðurin sum ársins venjari í 1. deild í ár.