Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eitt fólk skuldsett fyri herverk

Fyrradagin vóru nakrar hurðar brotnar á almennu vesunum í Steinatúni

Fyrradagin seinnapartin varð eitt mál um herverk fráboðað løgregluni.

Onkur hevði brotið nakrar hurðar á almennu vesunum í Steinatúni.

Løgreglan kom á staðið, og hevur nú skuldsett eitt fólk fyri herverk.

Tað greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá í morgun.

Annars hevur talan verið um eitt friðarligt seinasta døgn hjá løgregluni.

Tvey sett av nummarplátum eru tiknar í Havn í nátt vegna vegskattaeftirstøður, og vóru á listanum hjá Akstovuni, ið vórðu sendar út til løgreglustøðirnar í farna mánaði.

– Onkur ferðsluátøk hava verið í gjárkvøldið og í nátt í norðurøkinum í høvuðsstaðnum, men tað hevur alt sæð gott út, greiðir vaktleiðarin frá.

Kannað var eftir, um bilarnir vóru í ordan og nakrir bilførarar vóru eisini kannaðir fyri rús- og rúsdrekkakoyring, men eisini har var alt í ordan í gjár og í nátt.

– Skúlapatruljur vóru eisini úti og kannaðu ferðsluna við skúlar í Klaksvík og í Havn í gjár, men har var eisini alt í ordan. Tað sá gott út. Børn sótu í bilbelti, og tey vórðu eisini sett væl av við skúlarnar, sigur vaktleiðarin.