Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gongur striltið at samráðast við russar

Tveir dagar vóru settir av til samráðingar um fiskivinnuavtaluna í russiska partinum av Barentshavinum við Russland, men partarnir skulu samráðast aftur í dag

Týsdagin byrjaðu samráðingar millum føroysku og russisku myndugleikarnar um fiskivinnuavtalu fyri komandi ár.

Tveir dagar vóru fyribils settir av til samráðingarnar um føroysk fiskirættindi í russiska partinum av Barentshavinum, umframt russisku veiðuna eftir uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.

Men í dag skrivar dimma.fo, at samráðingarnar ikki eru lidnar enn.

Samráðingarnar, ið eru á talgildum pallum, hava enn ikki givið úrslit, so hildið verður fram at samráðast í dag.

Dimma skilir á lagnum, at tað er fyrst og fremst ósemja um havnastongsilin umframt atgongdina hjá russiskum skipum at fiska í felagsøkinum hjá Føroyum og Bretlandi, sunnanfyri Føroyar.

Hetta hevur drigið nógv út, áðrenn samgongan herfyri meldaði út, at Føroyar aftur í ár fóru til samráðingar við russar um fiskivinnuavtaluna fyri 2024, hóast samgonguflokkarnir, serliga Javnaðarflokkurin, áðrenn løgtingsvalið í fjør meldaðu út, at fiskivinnusamstarvið við Russland skuldi halda uppat, so leingi Russland var í kríggi við Ukraina.

Tað er formliga landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, ið stendur á odda fyri samráðingunum um fiskivinnuavtalur, men tað er Andras Kristiansen úr fiskimálaráðnum, ið stendur á odda fyri samráðingarnevndini.