Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóhannis: – Gott at leggja almenn arbeiðspláss uttanfyri høvuðsstaðin tá tað ber til

Seinnapartin í gjár varð boðið til almenna móttøku á Giljanesi, nú nýggi bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum er liðugur. Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, fegnast um, at Sjóvinnustýrið nú kemur heim aftur vestur í Vágar

– Tað hevur altíð verið høvuðsuppgáva Javnaðarfloksins at knýta fólk og land saman. Henda uppgávan er áhaldandi og minst líka umráðandi í hesum tíðum. Vit vilja hava einar Føroyar, har fólk í øllum økjum í landinum hava somu møguleikar, sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og leggur afturat, at:

– Vit vilja tí, í tann mun tað ber til, leggja nýggj almenn arbeiðspláss uttan fyri høvuðsstaðin, sigur hann.

Tað var í 2002 at táverandi landsstýrismaður, Jørgen Niclasen, gjørdi av, at Sjóvinnustýrið skuldi staðsetast í Vágum. Í 2016 mátti Sjóvinnustýrið flyta úr Vágum, tí bygningurin ikki leyk neyðug myndugleikakrøv.

Árið eftir tók táverandi samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn avgerð um, at byggja Sjóvinnustýrinum nýggjan bygning á Giljanesi.