Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kringvarpið tekur uppsagnirnar aftur

Tey 11 ársverkini, ið skuldu sparast burtur, verða nú ikki spard burtur kortini. - Eitt lógaruppskot er á veg í løgtingið, sum bøtir um inntøkugrundarlagið hjá KvF, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen

– Um uppskotið verður samtykt, skal KvF spara góðar tríggjar milliónir krónur í staðin fyri góðar átta milliónir krónur. Hetta broytir fyritreytirnar fyri sparingunum, og tí fremja vit ikki ætlaðu uppsagnirnar, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen, í tíðindaskrivi.

Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri at styrkja KvF. Eitt broytingaruppskot til kringvarpslógina er nú farið til hoyringar. Sambært uppskotinum fer kringvarpsgjaldið fyri fólk at hækka við 13 krónum um mánaðin, og síðan verður tað prístalsjavnað við tveimum prosentum frá 2025. Um uppskotið verður samtykt, fær KvF góðar fimm milliónir krónur meira í inntøkum í 2024. Uppskotið broytir fyritreytirnar fyri sparingunum upp á 8,2 milliónir krónur, sum Kringvarpið er farið undir at fremja.

– Fyri trimum vikum síðani tóku vit stig til at fremja sparingar, sum svara til útvið 11 ársverk. Við tí, sum nú liggur á borðinum, taka vit ætlaðu uppsagnirnar í fasta starvsfólkahópinum aftur, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen.

– Vit skulu tó framvegis spara tríggjar milliónir krónur fyri at koma á slætt í 2024, og tær mugu vit finna í rakstrinum, leggur hann afturat.

Kringvarpið er í bíðistøðu
Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu hetta fer at ávirka skránna.

– Einki uppskot er samtykt enn, og tí eru vit í eini bíðistøðu, sigur kringvarpsstjórin.

Hann leggur afturat, at Kringvarpið – hóast hetta uppskotið – framvegis skal spara í rakstrinum, og tí má framleiðslukostnaðurin av sendingum niður. Hann hevur tó vónir um, at nakrar sendingar, sum eftir ætlan skuldu sparast burtur, nú kunnu verða verandi á skránni. 

Les eisini...  Filmsfelagið byrjar aftur

Lógaruppskotið bøtir um inntøkugrundarlagið
Kringvarpsstjórin fegnast um, at ein prístalsjavning er við lógaruppskotinum.

– Hesum hava vit sóknast eftir í fleiri ár, tí meðan lønir og prísir hækka, hevur kringvarpsgjaldið staðið í stað, sigur Ivan Hentze Niclasen.

Hann vísir tó á, at ein prístalsjavning upp á tvey prosent ikki er nóg mikið til at standa ímóti lønar- og prísvøkstrinum, sum er væl oman fyri tey tvey prosentini. Hann mælir tí til, at lógaruppskotið verður tillagað, soleiðis at haldførið hjá Kringvarpinum verður betri tryggjað.