Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggj tíðindi og gomul tíðindi

Ein telda spældi okkum eitt puss á middegi og yvirdoyvdi tíðindamannin í studio miðskeiðis í tíðindasendingini. Her eru tíðindini klokkan 12 - uttan órógvandi teldu

Meðan tíðindini vórðu lisin klokkan 12, fór onkur telda hjá okkum at mótarbeiða tíðindamannin í studio, so nakrar minuttir inni í tíðindasendingini tók teldan yvir og koyrdi gomul tíðindi út í luftina.

Vit biðja um umbering fyri hetta, og leggja restina út her, sum vit eisini endursenda klokkan 15.