Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samkomudagar í Betesda: Sangløta í kvøld

Í samband við samkomudagin fyri brøðrasamkomuna í Betesda, Klaksvík, bjóðar samkoman til hugnaliga sangløtu í kvøld

Kom og syng við leygarkvøldið 9. desember klokkan 20:00 í Betesda, har vit aftaná fáa ein drekkamunn og hugnaliga samveru.

Hesaferð fara John Færø og Torkil Mørkøre, saman við øðrum góðum tónleikarum, at leiða felagssangin.

Bárður á Lakjuni syngur tveir-tríggjar sangir, og vit fáa eina heilsan frá Niels Paula Nónstein.

Eftir sangløtuna verður ein drekkamuður og høvið til hugnaliga samveru, í góðu umstøðunum í Betesda.

Vit vóna og gleða okkum at síggja mong leygarkvøldið – hjartaliga vælkomin!