Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Premier League fótbóltur í dag

Eftir 2-1 sigurin á Crystal Palace, liggur Liverpool nú á odda í ensku Premier League. Hetta kann tó broytast í dag. Her er eitt yvirlit yvir dystirnar

Fyrsti dysturin í Premier League í dag, var millum Liverpool og Crystal Palace. Dysturin var leiktur á Selhurst Park, har Crystal Palace hevur heimavøll. Crystal Palace var stundum heilt omaná, í leikligu tilgongdini, men Liverpool megnaði tó at vísa tenn. Støðan gjørdist 1-0 til heimaliðið eftir brotsspark, tá knappur tími var farin. Tá eitt korter restaði í vanligu leiktíðini, fekk Crystal Palace Jordan Ayew útvístan eftir tvey gul kort. Bert ein minutt seinni, skoraði stórspælandi Mohamed Salah til 1-1. Í yvirtíðini skoraði ungi Harvey Elliott til 2-1, sum so gjørdist endaliga úrslitið. Sostatt er Liverpool nýtt oddalið, eftir framúr comeback-sigur í dagsins dysti.

Hinir dystirnir í dag kunnu tó hava týdning. Vinna Arsenal (nummar 2) á Aston Villa (nummar 3), eru teir aftur oddalið. Endar tann dysturin javnt, so er Liverpool enn oddalíð, vegna málmun.

Hinir dystirnir í dag eru hesir:
Brighton – Burnley, klokkan 15:00
Manchester United – Bournemouth, klokkan 15:00
Sheffield United – Brentford, klokkan 15:00
Wolves – Nottingham Forest, klokkan 15:00
Aston Villa – Arsenal, klokkan 16:30

Dystirnir kunnu millum annað síggjast á TV3 MAX og hevur ein stóra pakkan frá Viaplay, eru flestallir dystir at síggja har.