Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kiwanis Tórshavn letur 75.000 krónur til Barnabata

Kiwanis Tórshavn hevur latið Barnabata stórfingna gávu

Í vikuskiftissendingini, í Kringvarpinum, í gjár, handaði Karlot Hergeirsson, forseti í Kiwanis Tórshavn, Djóna Eidesgaard, aðalskrivara í Barnabata gávubræv uppá 75.000 kr. til “Í menniskjum góður tokki” hjá Barnabata.

75.000 kr. er tað yvirskoti sum Kiwanis væntar at hava av jólatræssøluni í ár.

Eins og undanfarin ár selur Kiwanis jólatrø í tjaldinum aftan fyri Sjónleikarahúsið. Sølan er byrjað, og opið er hvønn gerandisdag kl. 16-20 og leygar- og sunnudag kl. 14-20. Við at keypa eitt jólatræ frá Kiwanis stuðlar tú sostatt “Í menniskjum góður tokki”.