Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kastrup Floghavn ætlar at stevna Ritzau Scanpix

Størsti svindlari í danskari søgu, Sanjay Shah, var sendur til Danmarkar at fáa sína sak fyri rættin. Hann er ákærdur fyri at hava snýtt fyri góðar níggju milliardir. Kastrup Lufthavn stevnir Ritzau fotografar, fyri at hava tikið ólógligar myndir av manninum, tá hann kom úr flogfarinum í Kastrup

Um sjálv stevningin er farin fram, er torført at vita. Í øllum førum sigur flogvøllurin, at tey ætla at stevna fotografarnar hjá Ritzau Scanpix, fyri at hava tikið myndir undir serstakt loyvi. Sambært teimum hava fotografarnir brotið lógina.

Samskiftisleiðarin hjá flogvøllinum, Lise Agerley Kürstein, sigur við TV2 soleiðis
– Um ein byrjar at ganga uppá kompromis við lóggávuni vit hava, so verður trygdin á flogvøllinum í vanda.

Sambært flogvallarreglugerðini, er tað ólógligt at taka myndir á flogvøllinum, uttan serstakt loyvi. Umframt hetta, so stendur, at tað er ikki loyvt at uppihalda seg á flogvøllinum, við vinnuligum virksemi fyri eygað.

Stjórin í Ritzau Scanpix, Lars Vesterløkke, viðurkennur at fotografarnir hava brotið nakrar reglur, men hann afturvísur, at fotografarnir hava sett trygdina í vanda.
– Tað svarar til at koyra forbí reytt ljós, ein keðiligan sunnudag, har ikki ein einasti bilur er at síggja. Hetta lógarbrotið skaðar ongan.

Víðari sigur stjórin í Ritzau, at talan er um størsta svindlaramál í danskari søgu.
– Tískil er tað sera týdningarmikið, at vit hava myndir av hesari søguligu hendingini, leggur hann afturat.

Miðlar í Danmark eru ikki samdir um málið, tí enn eru myndirnar ikki ólógligtgjørdar.

Her sæst eitt kjak frá Presselogen, har hetta málið verður viðgjørt.