Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Narges Mohammed – vann Nobel-friðarheiðursløn, men er í fongsul

Mæta Nobel-friðarheiðurslønin varð í dag givin Narges Mohammed úr Iran. Tað serstaka við dagsins handan var, at hon er fongslað í Iran og tískil máttu børn hennara taka ímóti heiðurslønini, vegna mammu sína

Hetta var í Oslo í dag, at stríðskvinnan fyri mannarættindi, Narges Mohammed úr Iran, vann heiðurin. Hetta gjørdi hon, hóast hon situr í Evin-fongslinum í Teheran, saman við fleiri øðrum kvinnum. Dómurin ljóðar uppá tíggju ára fongsulsrevsing og 153 sløg við koyrlinum.

Tað er hent áður, at vinnarin av Nobel-friðarheiðurslønum, ikki fær møtt. Kringvarpið hevur gjørt eitt yvirlit:

Fyrstu ferð var í 1936, tá Carl von Ossietzky úr Týsklandi ikki slapp av landinum at taka ímóti heiðurslønini. Nazistarnir kravdu eisini av honum, at hann skuldi nokta at taka ímóti.

Aðru ferð var í 2010, tá kinesiski Liu Xiaobo ikki slapp úr Kina at taka ímóti. Hann sat tá í fongsli fyri at hava funnist at myndugleikunum. 

Triðju ferð var í 2022, tá hvítarussiski Ales Bjaljatskij ikki kundi møta. Hann var stutt eftir hetta eisini dømdur tíggju ára fongsulsrevsing.

Børnini hjá Narges Mohammed eru 17 ára gomul og eru tvíburðar. Tey eita Kiana og Ali. Tey hava ikki sæð mammu sína í meir enn átta ár. Eiheldur hava tey havt samband sínámillum í nøkur ár. Tey móttøku mæta heiðurin, umframt tær 11 milliónir svensku krónurnar, ið fylgja við. Tey hildu eisini takkartaluna, ið mamma teirra hevði skrivað til høvið. Talan varð smugglað úr fongslinum, upplýsa fleiri miðlar.