Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ingilín: Skulu sleppa av við øll pantíløt á sama stað

Lóg um nýggja pantskipan verður eftir ætlan løgd fyri Løgtingið í februar

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur svarað fyrispurningi frá Magnusi Rasmussen, tingmanni.

Í svarinum ger Ingilín greitt, at tað hevur stóran týdning, at vit fáa nýggja lóg um pant á íløtum, tí tað skal vera møguligt hjá viðskiftafólki at sleppa av við øll síni pantáløgdu íløt á sama stað.

– Tí skulu vit seta sum útgangsstøði, at øll sølustøð, sum selja pantáløgd íløt, hava skyldu til at taka ímóti øllum pantáløgdum íløtum og at rinda pant fyri tey, sigur hon millum annað í svarinum.

Av tí, at talan er um lóg fyri pant á íløt, so verður eftir ætlan eisini møguligt at víðka pantskipanina við tíðini at fevna um annað enn fløskur.

Uppskotið um nýggja pantskipan fór til hoyringar tann 6. desember.