Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Óvist hvussu gongur við arbeiðnum við styttri arbeiðsviku

Arbeiðið við at stytta arbeiðsvikuna skuldi eftir ætlan vera liðugt í heyst, men enn er einki uppskot komið

Tað er lítið at frætta um styttri arbeiðsviku, sum samgongan annars hevur sett sær fyri at fáa í lag.

Kringvarpið hevur í nakrar dagar roynt at fingið orðið á Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um málið, men hon vil ikki tosa við Kringvarpið, skrivar Kringvarpið.

Í skrivligari viðmerking sigur hon við Kringvarpið, at arbeiðið við at stytta arbeiðsvikuna eftir ætlan skuldi vera liðugt í heyst, men hevur ikki borðið á mál orsakað av órógvi, sum hevur verið á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðið verður tikið uppaftur nú, sigur hon.

Í samgonguskjalinum stendur, at arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar. Hetta skal gerast við at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar.

Landsstýriskvinnan setti í vár í fjør eitt trípartasamráð við umboðum frá arbeiðsmarknaðin og politisku skipanini at umrøða málið og hvussu farast skal fram í samband við, at arbeiðsvikan, sambært samgonguskjalinum, skal styttast við lóg.

Tá segði landsstýriskvinnan, at hon ynskti, at tað ið varð umrøtt á fundinum bleiv hildið innanfyri teirra fundarveggir – hetta fyri at hava arbeiðsfrið og fyri at fyribyrgja, at óneyðugt stríð skuldi taka seg upp uttanfyri fundarhølini.