Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Flogbóltsmennirnir skulu møta brøðratjóðini fyri vestan í Evropa League

Mennirnir skulu í mai og juni 2024 leika seks dystir í Evropa League. Føroyar eru í bólki sama við Íslandi, Ísrael og Eysturríki

Í dag hevur lutakast verið á høvuðsskrivstovuni hjá Evropisku Flogbóltssamgonguni – CEV – í Luksembourg. Her gjørdist greitt, hvørjum føroyska landsliðið hjá monnum í flogbólti skal leika ímóti í Evropa League næsta ár, har Føroyar luttaka í Silver League.

Føroyar eru í bólki saman við Íslandi, Ísrael og Eysturríki.

Fyrstu dystirnir verða í Íslandi 17. – 19. mai 2024. Tá spæla Føroyar ímóti Íslandi og Ísrael.

Síðan verða Føroyar vertir hjá Eysturríki og Íslandi, har fyrsti dysturin verður ímóti Íslandi, og síðan verður spælt ímóti Eysturríki. Hesir dystirnirnir verða vikuskifti 24. – 26. mai.

Síðsta umfarið hjá føroyska liðnum verður 7. – 9. juni. í Eysturríki. Tá spæla Føroyar ímóti Eysturríki og Ísrael.

Nr. 1 og 2 í hesum bólkinum fara víðari til eina finalu um uppflyting til Golden League.

– Tað er sannlíkt, at talan verður um spennandi dystir. Føroyar liggja nr. 36 á evropiska styrkilistanum, tvey pláss frammanfyri Ísland og tvey pláss aftanfyri Ísrael. Eysturríki, sum helst er favorittur at vinna hesa kappingina, liggur nr. 29 á styrkilistanum, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi.