Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Flogbóltskvinnurnar fáa sterka mótstøðu í Evropa League

Føroysku flogbóltskvinnurnar skulu næsta ár spæla ímóti Montenegro, Georgia, Ungarn, Luksembourg, Finnlandi og Bosnia og Hersegovina

Nøkur lond ganga aftur frá Silver League í ár og nøkur nýggj mótstøðulið eru.

Føroyska kvinnuliðið leggur fyri í Montenegro 17. – 19. mai 2024, har tær spæla ímóti Montenegro og Georgia.

Næsta umfarið verður 24. – 26. mai í Luksembourg, har mótstøðuliðini eru Ungarn og Luksembourg. Liðið úr Luksembourg liggur eitt pláss frammanfyri Føroyar, so her bíðar ein spennandi dystur. Ungarn hinvegin er nr. 25 á listanum, so her er talan um sterka mótstøðu.

Síðsta umfarið hjá føroysku flogbóltskvinnunum verður 7. – 9. juni í Føroyum. Her koma Bosnia og Hersegovina og Finnland á vitjan. Á pappírinum er Bosnia og Hersegovina sterkasta liðið í kappingini. Tær liggja nr. 15 á evropiska styrkilistanum. Finnland er nr. 27 á styrkilistanum.

Føroyska liðið, sum liggur nr. 37 á evropiska styrkilistanum, vann í ár ímóti Georgia, sum liggur nr. 32 á styrkilistanum. Spennandi verður at síggja, um kvinnurnar megna at endurtaka bragdið. Montenegro, sum eisini var eitt av mótstøðuliðunum í ár, er sterkari mótstøða. Liðið liggur nr. 23 á styrkilistanum hjá CEV.

– Í hesi kappingini skal føroyska liðið helst leggja seg eftir at fáa góð úrslit ímóti Georgia og Luksembourg, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi.