Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lions Tórshavn latið peningagávu til jólahjálpina hjá Barnabata

Lions í Havn hevur latið 30.000 krónur til Jólahjálpina hjá Barnabata

Tað er siðvenja 1. sunnudag í advent, at Lions Club Tórshavn skipar fyri tí so væl vitjaða jólatiltakinum í Viðarlundini, ella Plantasjuni, sum mong havnarfólk enn siga.

Tá selir Lions Club Tórshavn heimagjørdar jóladekoratiónir, tilfar til at gera jóladekoratiónir heima og kakao, bollar og vaflur.

Eisini eru jólamenn, og ikki minst er tað hugnaligt, tá ið Havnar Hornorkestur spælir kend jólaløg millum trøini og undir vakra jólaljósinum.

Sølan í ár gekk aftur væl, og ágóðin hesaferð er latin Jólahjálpini, sum Barnabati skipar fyri. Inn komu kr. 30.000.

Jóan Petur Hentze, forseti í Lions Club Tórshavn, var á gátt hjá Barnabata, har Djóni Eidesgaard, aðalskrivari, tók ímóti gávubrævi uppá kr. 30.000.

Sum Djóni eisini hevur greitt frá í fjølmiðlunum um dagarnar, so eru met nógvar familjur, sum hava søkt um jólahjálp í ár, og takkaði hann fyri kærkomna stuðlinum.

Jólatiltakið hjá Lions Club Tórshavn hevur øll árini fingið góða vælvild frá Skógrøktini og Gróðurstøðini í Hoydølum. Teirra hjálpsemi ger, at til ber at hava stuðulstiltakið, sum mong fólk vitja og stuðla hvørt ár.