Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bezzerwizzer er útselt

Hesa ferð er ongin ætlan um, at gera enn eitt endurprent, sigur stjórin í Hugnaløtum, Ólavur Larsen

Í oktobur mánaði 2022, kom føroyska spurnaspælið, Bezzerwizzer á føroyskum, á marknaðin. Fyrst í januar mánaði 2023, varð spælið útselt um allar Føroyar. Síðani varð eitt endurprent framleitt, við smárættingum. Nú eru øll hesi spølini eisini seld, tí er Bezzerwizzer á føroyskum útselt, enn einaferð. Hesaferð er ongin ætlan um, at gera enn eitt endurprent.  

Fyri at halda lív í Bezzerwizzer á føroyskum, hava vit ment og framleitt fýra nýggj spurnaspøl við 60 spurningum í hvørjum spælið. Hesi kallast Bezzerwizzer Bricks. Talan er um fýra nýggj spurnaspøl, har evnini eru hesi: “Føroyskur tónleikur”, “føroyskur fótbóltur”, “føroysk skipasøga” og “nær var tað?”. Við í hvørjari eskju er ein evnisprikkur til Bezzerwizzer, 60 spurningar, 60 svar og 60 serupplýsingar um svarini. Bezzerwizzer Bricks spølini kunnu spælast sum einstøk spurnaspøl, men vit viðmæla at hetta verður brúkt saman við Bezzerwizzer, fyri at hava eina longri livitíð og fyri at gera Bezzerwizzer spælið enn betri.

Nýtt føroyskt samveruspæl
Vit eiga ikki nógv samveruspøl á føroyskum, tí valdu vit, at menna eitt tað best umtøkta samveruspælið í norðanlondum til føroyska marknaðin. Talan er um HINT, ið upprunaliga er eitt danskt konsept, sum hevur vunnið heiðurin í Danmark fyri “Årets voksenspil” í 2014 og “Årets spil for voksne” í 2015, 2016 og 2017. Nýggja føroyska útgávan er ment og framleidd, í tøttum samstarvið við Bezzerwizzer Studio í Danmark, sum upprunaliga eigur konseptið. Alt innihald í spælinum er ment av nýggjum av Hugnaløtum, tó við nakað av íblástri frá donsku útgávuni. Nýggja føroyska HINT spælið hevur somu útsjónd og spælireglur sum danska útgávan, men hevur als ikki sama innihald, tí ein stórur partur er føroyskur og er gjørdur til ung sum gomul.

Les eisini...  Myndir: ÍF-HB (2-7)

Um HINT
Í HINT ræður tað um at geva tínum viðspælarum ábending um, hvat ið TÚ veitst. Ábendingin kann gerast við at tosa, tekna, herma ella murra. Hesar uppgávurnar eru orðaðar á hvørjum kortið sær. Tess betur tit duga at gera ábendingar, tess skjótari flyta tit fram á spæliplátuni. Men verið varin við bara at gita vilt, tí tað er altíð okkurt, sum tit ikki mugu gita! Liðini skiftast at eiga tørn, og tað liðið, sum kemur fyrst á mál, hevur vunnið.

HINT er gjørt til fýra spælarar ella fleiri og vit viðmæla, at ein aldur á 15 ár og eldri, er mest hóskandi. Tó kunnu yngri eisini spæla við, uttan stórvegis trupulleikar. HINT inniheldur 450 føroysk kort, so tað eru nógvir tímar av stuttleika í spælinum. Leggjast skal afturat, at HINT er eitt sera, sera stuttligt spæl til flest øll.

Bílegging
Tað er møguligt at bíleggja HINT og øll fýra Bezzerwizzer Bricks spølini á nethandlinum hugnalotur.fo. Eisini kunnu spølini keypast í øllum bókahandlunum í Føroyum, umframt Hjá Rólanti á Sandi og í Tangabúðini á Tvøroyri.

Framtíðin
Hugnaløtur heldur fram við at menna og útgeva spøl á føroyskum, so leingi áhugin er til staðar, at keypa og spæla spølini. Ætlanin er, at geva minst eitt føroyskt spæl út um árið, tó helst tvey ella fleiri. Nærri verður at frætta um hetta í 2024.