Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ársins orð er “vitlíki”

Vitlíki er ársins orð 2023

Í sendingini “Góðan morgun, Føroyum” í morgun var ársins orð kunngjørt.

Ársins orð 2023 er “vitlíki”.

Tað vóru tíggju orð, ið vóru í uppskoti at gerast ársins orð.

Hesi vóru:

  • avgjald
  • fótfjøtur
  • gongugjald
  • havnarstongsul
  • heimloysi
  • ja takk-tilboð
  • lønarlyft
  • tingkvinna
  • tøkugjald
  • vitlíki

Ársins orð bleiv “vitlíki”, sum er føroyska orðið fyri AI, artificial intelligence.

Í dómsnevndini sita Lena Reinert, limur í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Jastrid á Dalbø, næstforkvinna í felagnum Føroyamál.

Jón Brian Hvidtfeldt helt, at havnarstongsul skuldi vera ársins orð, meðan Jastrid á Dalbø peikaði á vitlíki. 

Tískil var tað Lena Reinert, ið átti avgerðandi atkvøðuna, og hon peikaði eisini á vitlíki. 

Hesi eru ársins orð seinastu átta árini:

2016: hjúnabandslóg
2017: fiskivinnunýskipan
2018: ræstkjøtaburgari 
2019: heimafriður
2020: sóttarhald
2021: sammóðir
2022: stuttflutt
2023: vitlíki

Fyri viku síðan var ársins orð valt í Danmark, og tað bleiv “ChatGPT”

Í Norra er ársins orð: KI-generet, sum merkir nøkulunda “gjørt við vitlíki”.

Í Onglandi er ársins orð “Rizz”, ið er ein stytting fyri “charisma”.

Til stuttleika kann nevnast, at orðið “rizz” er í uppskoti at gerast ársins ungdómsorð í Danmark.

Kelda: Kringvarp Føroya