Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyar fingið tveir nýggjar altjóða dómarar

Heini Viðoy er góðkendur sum FIFA dómari, og Jógvan Breckmann er góðkendur hjálpardómari. Føroyar hava nú tveir FIFA dómarar, og fýra altjóða hjálpardómarar

– Hetta vóru sera góð boð at fáa, og eg gleði meg til tær avbjóðingar, ið nú standa fyri framman, sigur Heini Ziskason Viðoy við heimasíðuna hjá FSF, sum í farnu viku fekk boðini, at hann nú er góðkendur FIFA dómara.

26 ára gamli Heini Ziskason Viðoy hevur virkað sum dómari síðani 2016, og í fjør dømdi hann sínar fyrstu dystir í fremstu deildini hjá monnum.

Eisini Jógvan Breckmann hevur staðið royndina, og kann nú kalla seg altjóða hjálpardómari. Jógvan Breckmann er 32 ár, og hevur verið partur av føroyskari fótbóltsdøming seinastu 14 árini, har av fimm ár sum hjálpardómari í bestu mansdeildini.

Føroyar hava nú tveir FIFA dómarar, Jóhan Hendrik Ellefsen og Heini Viðoy, og fýra altjóða hjálpardómarar, sum eru Dan Højgaard, Jan Hermansen, Jørleif Djurhuus og Jógvan Breckmann.