Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Høgni: Humanitera støðan í Gasa er syndarlig

Altjóða lóg er einasti vegur at skapa frið og framtíð hjá fólki, heruppií altjóða reglur um krígsførslu og verju av rættindum hjá sivilum fólki í krígsstøðu, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum

– Líka so skakað, sum vit vóru av hendingunum tann 7. oktober, líka so óunniligt er tað at síggja og hoyra um oyðileggingar og stóra talið av sakleysum deyðum í Gasa – harímillum børn og kvinnur. Vápnahvíld má tí fáast í lag beinanvegin og allir gíslar eiga at verða treytaleyst latnir leysir.

Tað sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Høgni Hoydal, í fráboðan viðvíkjandi støðuni í Ísrael og Gasa.

Hann heldur, at tað er ein ófatiligur sorgarleikur, sum vit síggja í Gasa og Ísrael í hesum døgum. Landsstýrismaðurin sigur, at Føroyar viðurkenna rættin hjá Ísrael at verja seg og at taka stig fyri at forða fyri eini endurtøku av óunniliga álopinum hjá Hamas. Men hann sigur, at hetta skal fara fram í samsvari við altjóða lóg, herundir humanitera lóg.

– Altjóða lóg er einasti vegur at skapa frið og framtíð hjá fólki, heruppií altjóða reglur um krígsførslu og verju av rættindum hjá sivilum fólki í krígsstøðu. Sum partar í vápnaðum stríði mugu Ísrael og Hamas halda altjóða og humanitera lóg, við at taka øll neyðug stig til tess at verja sivil og sivilt undirstøðukervi og virksemi. Humanitera støðan í Gasa er syndarlig, og hjálp má sleppa ótarnað fram til neyðstødd. Samstundis má virkast av øllum alvi fyri varandi friði millum partarnar, sigur landsstýrismaðurin.

Loysnin eru tvey ríkir
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Høgni Hoydal, sigur, at fortreytin fyri friði er ein loysn við tveimum ríkjum.

– Samstundis sum Ísrael brúkar rættin at verja seg, mugu palestinar í Gasa og á Vestara áarbakka fáa betri kor at liva undir og tilsøgn frá øllum viðkomandi pørtum um eina viðurkenning av Palestina sum ríki, sigur hann.