Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kanning: Hvussu nógv granska vit í mun til onnur lond?

Hagstova Føroya kannar nú, í hvønn mun vit granska og menna í føroyskum fyritøkum og stovnum. Kanningin verður afturvendandi. Kanningin er seinni liður í arbeiðinum at savna altjóða sambærlig hagtøl um nýskapan, gransking og menning í Føroyum fyri 2022

Talan er um tvey ymisk spurnabløð um gransking og menning, eitt til fyritøkur og eitt til stovnar. Spurnakanningarnar verða gjørdar árliga og eru sendar fyritøkum og stovnum fyri kortum.

Kanningin er gjørd í samstarvi við Granskingarráðið og Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.

Gransking og menning í tí privata

Spurnakanningin til fyritøkurnar skal vísa, í hvønn mun tær fáast við gransking og menning. Hugt verður eisini at, hvaðani fíggingin til granskingar- og menningarvirksemi stavar, hvussu nógv arbeiðsorka verður nýtt, og innan hvørjar vísindagreinar granskingin og menningin fer fram.

Føroyska útgávan av spurnakanningini brúkar sama leist sum í øðrum londum, ið er ásettur av OECD. Spurningarnir eru royndir saman við føroyskum fyritøkum til tess at tryggja, at teir eru so skilligir og greiðir sum møguligt.

Allar fyritøkur, ið eru mettar at fremja gransking og menning, eru spurdar.

Gransking og menning í tí almenna

Gransking og menning fer eisini fram í tí almenna, og tí eru almennir stovnar eisini ein partur av hesari kanning. Spurnablaðið er líkt tí, sum privatar fyritøkur fáa, men leggur størri dent á, hvussu arbeiðsorkan verður nýtt, og hvaðani fíggingin til virksemið stavar.

Til tess at tryggja sambærlig hagtøl brúkar føroyska útgávan av spurnakanningini sama leist, sum verður nýttur í hinum norðurlondunum. Spurningarnir eru royndir saman við føroyskum stovnum, soleiðis at teir eru so greiðir sum til ber.

Allir stovnar, ið eru partur av kanningini, verða bidnir um at svara spurnablaðnum.

Gransking og menning í Norðurlondum

Kanningin í 2020 vísti, at Svøríki var tað norðurlandið, ið brúkti mest pening fyri hvønn íbúgva til gransking og menning. Ísland var tað landið, ið brúkti minst, heilar 5.700 norskar krónur (3.950 danskar krónur) fyri hvønn íbúgva minni enn toppskorarin Svøríki.

Les eisini...  Áhugafelagið Antares: Føroyingar, sum starvast uttanlands, lyfta vælferðina í Føroyum

Kelda: nifu.brage.unit.no