Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tjóðsavnið: Mølheyggjar á Sandi eru friðaðir

Hósdagin 21. desember 2023 letur Sandoyartunnulin upp, og við hesum kann væntast, at ferðslan verður størri til Sandoynna. Sjáldsamu Mølheyggjar á Sandi verða heilt víst eitt av teimum støðum, ið fólk fara at leita sær til, serliga um summarið. Tí er umráðandi at kenna til hetta sjáldsama náttúruøkið

Mølheyggjar á Sandi eru eitt av fáu náttúruøkjum okkara, ið er friðað.

Størsti partur av fjøru okkara er klettur og berg. Innast í summum firðum, har bakkin gongur heilt út á sjógv, er strandarong, og bert á heilt fáum støðum er sandstrond. Einans heima á Sandi eru rættiligir sandheyggjar. Teir nevnast Mølheyggjar.

Sambært kunngerð frá Yvirfriðingarnevndini dagfest 18. juli 1983 eru Mølheyggjar friðaðir við tí endamáli, at økið “skal varðveitast í sínum natúrliga líki og við varðveitslu av plantum, djórum og jarðfrøðiligum fyribrigdum”. Friðingin setur forboð fyri bygging og øðrum inntrivum, ið misprýða økið, samstundis sum hon eisini setur forboð fyri at taka grót, mold, sand, eyr, leir, plantur og dýr.
Mynd: Sandsmarhálmur
Plantusløg binda sandin
Mølheyggjar eru vorðnir til í einum samspæli ímillum plantuvøkstur og sand, ið verður førdur á staðið við vindinum. Fyritreytin fyri at sandheyggjar kunnu koma í, er at nóg nógv er til av sandi, og at tey plantusløgini, ið kunnu geva lívd, eru til staðar soleiðis at sandurin, ið leggur seg uttan um planturnar, verður bundin við teirra rótgreining.

Vøksturin á sandheyggjum broytist frá sjónum og inneftir. Tað kemst av, at nøgdin av føðsluevnum økist inneftir. Vøksturin verður fjølbroyttari, og umhvørvið verður minni órógvað frá sjónum, og plantusløg, sum binda sandin betur, trívast.

Hægri plantur
Framman fyri Mølheyggjar út ímóti sjónum er fløt sandstrond. Frá sjóvarmálanum og inneftir skiftir vøksturin alt eftir teirra tolsemi fyri sjóráanum. Niðast við sjógvin eru viðurskiftini sera óstøðug við tað at økið er undir í sjógvi, tá ið tað fløðir, og tískil trívast hægri plantur ikki her. Longri uppi, har árinið frá sjónum ikki er so stórt, finna vit tær fyrstu hægru planturnar. Vøksturin er knýttur at uppiløgstum tara, har tað tískil er føðsluríkari, og jørðin hevur størri evni at binda vætu (da. markkapacitet). Tann fyrsta plantan, ið vit møta á leiðini inneftir, er sandfjørukál (Cakile arctica). Sandfjørukál er ársplanta, og ymist er, hvussu stór búfjøldin hjá hesi plantu er frá ári til ár. Tað er knýtt at, hvussu stór frænøgd er umframt vakstrarumstøðunum á staðnum. Sandfjørukál er ein av okkara sjáldsomu strandarplantum. Hon finst bert á níggju ymiskum plássum her á landi, og hon átti helst at verið á lista yvir hótt plantusløg.
Mynd: Sandfjørukál
Tillagingar
Longri inni veksur sanddunnuber (Honckenya peploides). Felags fyri sandfjørukál og sanddunnuber er, at hesar plantur vaksa skjótt, eru krúpandi, hava tjúkk og sevjumikil bløð og djúpgangandi rót. Alt hetta eru tillagingar, sum gera, at planturnar eru førar fyri at liva í harðføra umhvørvinum niðri í fjøruni. Tann skjóti vøksturin ger, at plantan kann verja seg fyri sandáløgu. Tann krúpandi vøksturin og tjúkku bløðini gera, at plantan kann verja seg fyri sliti frá sandkornum, ið fúka yvir plantuna. Tann djúpgangandi rótin ger, at plantan er før fyri at halda sær fastari og kann økja um vatnupptøkuna. Og tey sevjumiklu bløðini virka til, at plantan betur er før fyri at standa ímóti uppturking og øktum saltmegni.

Størri fjølbroytni
Á leiðini nakað inneftir gerast sløgini fleiri, vøksturin tættari og fjølbroytni størri. Umframt stórvaksnu grøsini sandsmarhálmur (Ammophila arenaria), breitt sævarkorn (Leymus arenarius) og sevkendur kveiki (Elymus farctus), sum eru sermerkt fyri Mølheyggjar, síggjast eisini vanligar strandarplantur sum gásamura (Potentilla anserina), hálshvít baldursbrá og tann heldur sjáldsamara skotsk meistaraurt (Ligusticum scoticum). Skrykkjukrøkja (Vicia cracca), ið er vanligari í bønum, finna vit eisini her.

Hótt plantusløg
Longri inni aftur eru sandheyggjarnir. Har teir eru hægstir, eru teir fleiri metrar høgir. Tær plantur, ið seta dám á Mølheyggjar, eru tey stórvaksnu grøsini sandsmarhálmur (Ammophila arenaria), breitt sævarkorn (Leymus arenarius) og sevkendur kveiki (Elymus farctus). Hesi grøsini finna vit á bert fáum plássum í Føroyum, og eru tey tí sett á lista yvir hótt plantusløg í Føroyum.

Á flata økinum innan fyri Mølheyggjar gerst margfeldi størri, her finna vit ein hóp av ymiskum urtum. Vit varnast serliga ymisk sløg av stórvaksnum børkubónda av slagnum reyður børkubóndi (Dactylorrhiza purpurella) og grønligt hjúnagras (Coeloglossum viride). Hesar plantur kunnu gerast upp í 25-30 cm høgar.
Mynd: Skotsk meistaraurt
Skordýr
Skordýr eru funnin á Mølheyggjum á Sandi, ið ikki eru funnin aðrastaðni í Føroyum, eitt nú “sandvongur” Chortodes stigmatica. Hann sæst frá síðst í juni til september. Hann er sera sjáldsamur í Føroyum, tí hann trívist bert í sandjørð. Enn vita vit onki um lívið hjá ormveruni. Orsøkin til, at sandvongur einans livir á Mølheyggjum á Sandi, er helst tann, at ormveran livir av rótini á einari av plantunum, ið vaksa har. Eisini ein klukka Otiorhynchus atroapterus,er einans funnin á Mølheyggjum á Sandi. Otiorhynchus atroapterus er ein trantklukka, ið einans finst við sandstrendur og á sandheyggjum. Hildið verður, at sandsmarhálmur er týdningarmesta føði hjá klukkuni.

Friðing
Hóast Mølheyggjar eru friðaðir eftir gomlu friðingarlógini, eru fá tekin, sum vísa hesa friðing, tá ið ein kemur á staðið. Tað er ivingarsamt, um fólk vita av, at økið er friðað, og at ein skal vera varin, soleiðis at náttúran verður órógvað sum minst. Um ein veruliga ynskir at varðveita økið í sínum natúrliga líki við varðveitslu av plantum, djórum og jarðfrøðiligum fyribrigdum, átti økið í minsta lagi at verið hegnað inni, soleiðis at ein bert sleppur inn á økið til gongu. Nógv ferðsla ávirkar samansetingina og skapi av Mølheyggjunum. Tí áttu gøtur at verið ásettar til ferðslu, soleiðis at heyggjarnir vórðu órógvaðir sum minst.

Tá nýggja náttúruverndarlógin kemur í gildið 1. januar 2024, eigur friðingin av Mølheyggjum at verða endurnýggjað, soleiðis at Mølheyggjar verða vardir undir nýggju náttúruverndarlógini.

Heimildir:

Fosaa, A.M, Gaard, M., Hansen, J. 2005. Reyðlisti. Náttúrulýsing – lendi og sløg. Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum.

Fosaa, A.M. 2000. Villar plantur í Føroyum – yvirlit. Tórshavn

Les eisini...  Lastbilur fór tvørtur um vegin

Plantusavnið á Føroya Náttúrugripasavni