Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Turið Nolsøe vart ph.d. á Københavns Universitet

Fríggjadagin 15. desember vardi Turið Nolsøe ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin er um danskan journalistik um føroysku abortlóggávuna

Ritgerðin er um danskan journalistik um føroysku abortlóggávuna og um hvussu Føroyar og leiklutur Føroya í ríkisfelagsskapinum verða lýst í hesum sambandi.

Ritgerðin kallast: “Autonomy’s double bind. The rhetorical intersection of geopolitics and biopolitics in Danish media coverage of Faroese abortion rights.” Hon kann lesast her

Verjan gekk sera væl og skoðsmálið frá metingarnevndini var gott. Tey søgdu millum annað: “We find the dissertation an important contribution to the study of abortion, journalism, and coloniality. The dissertation is well researched, well written, thorough, and is a worthy study”

Turið Nolsøe er kandidatur í retorikki og hevur verið innskrivað á Institut for Kommunikation á Københavns Universitet.

Christine Isager, lektari, hevur verið høvuðsvegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:
Kristine Marie Berg, lektari og forkvinna í nevndini, Københavns Universitet.
Nathan Stormer professari á University of Maine
Rasmus Rønlev, lektari á  Syddansk Universitet.

Jack Andersen frá Københavns Universitet stílaði fyri verjuni.

Les meira um Turið Nolsøe her

Mynd frá vinstru: Rasmus Rønlev (Syddansk Universitet), Nathan Stormer (University of Maine), Turið Nolsøe og Kristine Marie Berg (Københavns Universitet).

Samandráttur: Sjálvræðistvístøður
Henda ritgerð greinar retorisku umskaringina av biopolitikki og geopolitikki ígjøgnum eina kanning av, hvussu danskir miðlar viðgera føroysku abortstøðuna. Við at menna ástøðið hjá Nathan Stormer um abort sum sjúkueyðkenni ella tekin um siðmenning, í eini roynd at umfata tvørtjóðarliga og imperiella diskursin um ríkisrættarligu støðu Føroya, verður grundgivið fyri, hvussu hendan støðan lýsir kolonialan logikk í tíðindaflutningi um reproduktiv og seksuell rættindi í Føroyum.

Við útgangsstøði í retoriska ástøðinum hjá Allison Prasch um deixis, sum er flutt til eina viðgerð av miðlaðum retorikki, er greiningin býtt í tríggjar partar, sum leggja dent á Tíð, Stað og Myndugleika. Partarnir viðgera tíðardiskurs, staðargrundaðan retorikk og myndugleikan hjá teimum luttakandi, og hvussu greinaðu dømini knýta retoriska áskoðaran til politisku skipanina í danska kongaríkinum.

Les eisini...  Forkvinnan í LISA: Ekstra Blaðið skrivar rasistiskt

Høvuðsniðurstøðan er, at tíðindaflutningur um føroysku abortstøðuna vendir sær til ein danskan almenning og endurgevur sambandið millum londini sum imperielt, tá ein føroyskur almenningur sum áskoðari verður settur til síðis og kropsliga og tjóðskaparliga sjálvræðið hjá føroysku ríkiseindini verður undirmett.

Víst verður á, hvussu tey greinaðu dømini skapa ein pall fyri kjakið um politikkin í danska kongaríkinum, sum sjáldan kemur fyri og ikki finnur fysiskt stað. Hesin dentur á diskursivu síðuna av danska kongaríkinum undirstrikar, hvussu føroyska støðan verður myndað sum kolonial á ein hátt, sum talar fyri eini tilgongd til kolonialan diskurs sum sundurskildan frá materiellum umstøðum, sum vanligt er.

Sundurskildur á tann hátt, at trupulleikin, sum henda ritgerð vísir á er knýttur at retorisku nýtsluni av hesum diskursi, sum í roynd og veru máar undan tí endamáli, ið kundi verið rokkið — sum er at tryggja kropsligt og tjóðskaparligt sjálvræði — og í staðin skapar eina tvístøðu í samskiftinum. Hesin samskiftistrupulleikin er styrktur av strukturella logikkinum í abortretorikki, generella diskursinum í danska kongaríkinum og eyðkennum við tíðindaflutningi, men kann bøtast um við at brúka etnografiskar grundreglur, tá arbeitt verður við umboðan og positionering.

Kelda: Granskingarráð Føroya