Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ferðsluóhapp á Gøtueiði

Tað var hált á hesari farleiðini í gjárkvøldið. Og so gekk ein hestur á landsvegnum við Streymnes í gjárkvøldið. Her er eitt sindur úr løgreglufrágreiðingini fyri seinasta døgnið

Tað hendi eitt lítið ferðsluóhapp á Gøtueiði í gjárkvøldið, tá ein bilur fór útav vegnum og fór nakrar ferðir runt, og lendi á takinum.

– Vit fingu eina fráboðan klokkan 22.35 í gjárkvøldið. Tað var hált á leiðini, og tað er líkt til, at talan er um eitt hálkuóhapp. Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, fór til nærri kanningar á Landssjúkrahúsinum, men sum skilst stóðst eingin fólkaskaði av hendingini, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá.

Annars hava verið nøkur ferðsluátøk seinasta døgnið, men tað er lítið, sum er skrivað niður. Tó í tí eina førinum hevur ein bilførari fingið eitt klipp í koyrikortið, tí eitt barn ikki var rætt íbundið.

Lógin sigur, at øll í bilinum skulu vera íbundin.  Sum bilførari hevur tú ábyrgdina av, at børn undir 15 ár eru rætt íbundin. Børn, ið eru undir 135 sentimetrar, skulu vera íbundin í góðkendari trygdarútgerð, sum hóskar til vekt og hædd.

Bilar standa til ampa fyri ferðsluna
Løgreglan hevur fleiri ymiskar uppgávur, og ein av teimum var í gjár, tá løgreglan – í samstarv við kommunur – mugu taka bilar burtur, sum standa til ampa, og at síggja til, eiga ongan góðan.

– Í samband við, at vit fingu listan frá Akstovuni um vegskattaeftirstøður, so hava vit fjernað fleiri akfør, sum standa við almennan veg, og eru til ampa fyri ferðsluna. Hetta gera vit javnan. Eg veit ikki, um vit nakrantíð hava havt so nógv akfør í Føroyum sum nú, greiðir vaktleiðarin frá.

Í gjár vórðu nøkur akfør fjernaði við landsvegin í Eysturoynni, eftir at ein seðil hevur staðið á akfarinum, at verður akfarið ikki fjernað innan 48 tímar, so verður akfarið flutt fyri eigarans rokning.

Les eisini...  Kaðalbrek atvoldin til streymslitið

– Fólk fáa 48 tímar at fjerna bilin, men stendur ein bilur til vanda fyri ferðsluna, so verður bilurin fjernaður alt fyri eitt – eins og til dømis, tá eitt ferðsluóhapp hevur verið, sigur vaktleiðarin.

(Mynd: Facebook/Dariusz Zablocki)

Hestur gekk á vegnum
Løgreglan fekk í gjárkvøldið eisini eina fráboðan, at ein hestur gekk leysur á landsvegnum millum Hvalvík og Streymnes.

FM1 veit frá fólki á staðnum, at skotið varð við fýrverki í gjár, og tí er hesturin nokk rýmdur úr stykkinum, har hann stóð.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur í morgun, at hesturin var farin úr stykkinum, har hann stóð, men at eigarin av hestinum fekk hestin aftur inn á stykkið.