Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frítíðarskúlin á Svangaskarði fær eina stovu afturat

Nýggi Frítíðarskúlin, sum varð tikin í nýtslu á sumri í 2022, hevur havt eina óinrættaða stovu standandi tøka, sum æltanin hevur verið at innrætta, tá ið brúk varð fyri hesum. 

Komandi summar verður tørvur at hava eina stovu afturat, og tað var í hesum sambandi, at býráðið á fundi 27. nov. 2023 samtykti at fremja hesa ætlan.

Byggiarbeiðið varð boðið út, meðan HVS og EL arbeiðstøkurnar blivu bodnar til somu fyritøkur, ið frammanundan hava gjørt hesi arbeiði í bygninginum, ávikavist Blikksmiðjan og HD elektric.

Fuglark projekteraði og hevur eisini eftirlitið við arbeiðnum, sum verður liðugt fyri summarfrítíðina komandi summar.