Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ov drukkin til at flúgva

Eitt ferðafólk slapp ikki við flogfarinum í gjár, tí viðkomandi hevði drukkið ov nógv

Í teimum “góðu og gomlu døgum” kom tað fyri viðhvørt, at ferðafólk máttu fáa hjálp at koma í land, tí tey høvdu drukkið ov nógv umborð á flogfarinum, tá ein kundi drekka ókeypis umborð á Føroyarutuni, men tað kemur eisini fyri, at fólk ikki sleppa umborð í flogfarið, tí tey eru ov drukkin.

Ein tílík støða tók seg upp í flogvøllinum í Vágum seinnapartin í gjár, tá eitt ferðafólk – ein útlendingur – fekk at vita, at hann slapp ikki umborð á flogfarið hjá Atlantsflog til Keypmannahavnar, tí hann var ov fullur.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi greiðir frá í morgun, at maðurin tók boðini ógviliga pent, og hann var róligur alla tíðina.

Tað varð avrátt við ferðamannin, at tað var nokk best at bíða til í dag, áðrenn hann slapp við flogfarinum, og tað góðtók hann eisini.

Útlendski ferðamaðurin helt, at hann kundi bara bíða inni í farstøðini á flogvøllinum í Vágum í nátt, men so nógvar komur og fráferðir eru (enn) ikki á flogvøllinum, sum verður stongdur um náttina, tí varð ringt til løgregluna, tá farstøðin skuldi lata aftur – í so fall, at maðurin ikki aktaði boðunum, men frá løgregluni verður sagt, at maðurin var róligur allatíðina og góðtók, at hann mátti bíða uttanfyri í nakrar tímar.

Tá løgreglan bjóðaði seg fram at leita eftir innivist og koyra mannin hartil, har pláss var fyri manninum á vallarheiminum á Giljanesi, so takkaði maðurin nei, og segði seg hava nóg heit klæðir til at bíða uttanfyri farstøðina, inntil hon læt uppaftur tíðliga í morgun.

Les eisini...  Tvey fólk bóðu um hjálp í fjøllunum í Norðurstreymoy

Løgreglan metti, at somikið nógv varð runnið av aftur manninum, at hann slapp at passa seg sjálvan eina løtu, meðan farstøðin var stongd.