Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vetrarfrí komandi skúlaár

Skúlarnir fingu í gjár kunning um, at komandi skúlaár er vetrarfrítíð í viku sjey - fyrstu ferð í 2025

Sambært rundskrivi um “Frítíðir og frídagar í fólkaskúlanum skúlaárið 2024/2025”, sum skúlarnir fingu frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í gjár, fáa næmingar í fólkaskúlanum vetrarfrítíð fyrstu ferð í 2025.

Í rundskrivinum er vetrarfrítíðin løgd í viku sjey – frá mikudegnum 12. februar til sunnudagin 16. februar – tað vil siga tríggjar skúladagar.

Tað skrivar Skúlablaðið.

Skúladagatalið er óbroytt. Í rundskrivi um árliga skúladagatalið, sum eisini er sent skúlunum í dag, sæst, at árliga skúladagatalið hjá næmingum fólkaskúlans er 193 dagar.

Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvinarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur áður sagt, at verður vetrarfrí sett á skránna, so verður tað í eini royndartíð upp á trý ár. Tað sæst ikki í rundskrivinum, sum skúlarnir fingu í gjár, sambært Skúlablaðnum.