Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey nýggj starvsfólk í Runavíkar kommunu

Katrin og Katrin eru ávikavist nýggjur tekniskur samskipari á Teknisku deild og leiðari á Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin

Katrin Thomassen er 31 ára gomul, og er sett sum tekniskur samskipari á Teknisku deild í kommununi.

Hon hevur útbúgving sum cand.merc.aud frá Copenhagen business school í 2022, og sum bachelor í búskaparfrøði frá Fróskaparsetri Føroya í 2019.

Hon hevur starvsroyndir frá grannskoðarafyritøku og húsavarðafyritøku, umframt at hon hevur verið sera virkin í ymsum fritíðarvirksemi.

Katrin Dam er 34 ára gomul og er sett sum leiðari fyri Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin.

Hon varð í 2020 útbúgvin sosialráðgevi frá Professionshøjskolen Absalon í Slagelse í Danmark, og er júst byrjað í starvi í Barnaverndartænastuni í Eysturoy.

Fyrstu trý árini eftir lokna útbúgving starvaðist hon sum sosialráðgevi á familjudeildini á Amager í Danmark og í lestrarstarvi í Roskilde.

Kelda: Runavíkar kommuna