Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ferðsla í samband við at Sandoyartunnilin letur upp

Føroya Politi kemur við einari áheitan, nú tunnilin letur upp, og stórur áhugi er fyri at koyra til Sandoynna

Í dag letur Sandoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu. Stórur áhugið er fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, og tað viðførir stórt ferðslutrýst bæði í Traðardali og á Gomlurætt.

Politiið og Ansni fara at vera báðumegin tunnilin, har tey vegleiða viðvíkandi parkering ella staði at bíða á, til latið verður upp.

– Vinarliga gevið teimum ans og aktið boðini, skrivar Føroya Politi á sínum Facebook-vanga.

Víðari skrivar løgreglan, at nú kavaveður er, so ger Landsverk sítt til, at koyrilíkindini verða so góð sum møguligt.

– Fyri at lætta um teirra arbeiði, verður heitt á tey, sum ætla at koyra ígjøgnum, um ikki at koma til staðið óneyðuga tíðliga. Tunnilsfelagið hevur lýst, at almenna ferðslan sleppur at koyra nakað eftir klokkan 15.

– Heitt verður á øll um at koyra eftir umstøðunum, skrivar Føroya Politi.