Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B68 fór avstað við Briani

Nógv hevur verið gitt um, hvar Brian Jakobsen endaði, men nú er greitt, at strandingurin skal skjóta mál fyri B68 komandi kappingarár

B68 misti fyri nøkrum vikum síðan áleyparan Jørgen Nielsen, sum hevur skrivað undir sáttmála við Víking, men nú hevur B68 fingið ein áleypara í sín hóp.

Talan er um 32 ára gamla Brian Jakobsen, sum í fjør spældi við AB, har hann skoraði 11 mál, har tey flestu komu í seinnu helvt. Tað var tó ikki nokk til at halda AB upp í Betri Deildini, og AB flutti niður í næstbestu deildina.

Brian hevur áður umboðað Skála og B36, og er skrásettur fyri at hava spælt 176 dystir í Betri Deildini, har hann hevur skorað 56 mál.