Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsti fótbóltsdysturin millum tvey ymisk feløg

Liðini dystast framvegis um Lógarstríðið, har Bardagin um Bramall Lane kveikti eitt lívlangt kappingarstríð.

Tann 26. desember 1860 vann Sheffield Football Club fyrsta fótbóltsdystin millum tvey ymisk feløg, tá teir vunnu 2-0 á Hallam Football Club. Dysturin var spældur Sandygate Road leikvøllinum í Sheffield í Onglandi. Sandygate er framvegis heimavøllur hjá Hallam FC og tískil heimsins elsti fótbóltsvøllur.

Sheffield FC varð stovnað í 1857, tí felagið ynskti at halda cricket-leikarunum í góðari venjingarstøðu gjøgnum veturin og gjørdist samstundis heimsins elsta fótbóltsfelag. Tey fyrstu trý árini vóru ongi mótstøðulið og tí máttu teir noyðast við innanhýsis dystir. Tað broyttist í 1860, tá eitt annað Sheffield-felag varð stovnað, Hallam FC.

Hóast liðini spæla á ymiskum stigi i ensku fótbóltsskipanini, so halda teir lív í Lógarstríðnum við at spæla venjingardystir á hvørjum ári. Siðvenjan byrjaði í 1862, har “Bardagin um Bramall Lane” skuldi vera ein vælgerðardystur, sum skuldi skaffa pening til teir soldátarnir, sum yvirlivdu amerikanska borgarakríggið umframt at marknaðarføra nýggja, spennandi spælið fyri teimum kræsnu cricket-áskoðarunum.

Tað var neyvan ein sølufremjandi lýsing, tí dysturin endaði við málleysum javnleiki og harafturat sýndu ávikavist Nathaniel Creswick frá Sheffield FC og William Waterfall frá Hallam FC veruligan nevaleik, tá teir tóku troyggjurnar av og fóru at boksast beint eftir steðgin. Frágreiðingin í blaðnum Sheffield Daily Telegraph gav Creswick viðhald og tískil sendi Hallam FC eitt lesarabræv, har teir skrivaðu, at báðir leikararnir tíðliga í dystinum høvdu havt ein harðan nærdyst, har tann fitti Waterfall vinarligt hevði ávarað Creswick um fylgjurnar, um tað hendi aftur.

Merkisvert er eisini, at hin 63-ára gamli Chris Waddle framvegis er skrásettur sum áhugaleikari hjá Hallam FC.